Listaframsýning í Skjólinum 21.apríl

Fríggjakvøldið 21. apríl opnar spennandi listaframsýning í nýumvælda Skjólinum í Kongagøtu.

Tað er gøtumaðurin Tummas Jákup Thomsen, sum fer at sýna fram. Tummas Jákup hevur saman við Bláa Krossi eisini staðið fyri umvælingini av hølinum, sum er blivið sera hugnaligt.

Fernisering verður kl. 19.00, har m.a. Sólvit Emilsson Nolsø kemur at siga nøkur orð vegna Bláa Kross, og Kári Sverrisson kemur at framføra nøkur løg.

 

Á Facebook verður kunngjørt, hvat meira kemur á skránna: Facebook.com/events

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.