Leiðarin á Blákrossheiminum fer í farloyvi

Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum fer í farloyvi frá 1. august og eitt ár fram.

Nevndin fyri Blákrossheimið hevur á fundi 18. juni samtykt at heita á Jyttu Olsen um at verða leiðari á Blákrossheiminum hesa tíðina Olga er burtur. Hesum hevur Jytta játta og vil tað siga, at Jytta tekur við sum leiðari frá 1. august 2018 at rokna og til 31. juli 2019.