Leiðari til Blákrossheimið

Søkt verður eftir leiðara til Blákrossheimi á Nesi, at byrja 1. september 2019 ella skjótast tilber.

Sum leiðari á Blákrossheiminum hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni av viðgerðini á heiminum, starvsfólkum og rakstrinum. Harafturat skal leiðarin:
·     Tryggja framhaldandi menning og dygd í viðgerðartilboðunum Blákrossheimið veitur
·     Tryggja at viðgerðartilboðið DAT-ung framhaldandi mennist og nær sínum endamáli
·     At menna starvsfólkini
·     At tryggja búfólkum og teimum í leita sær viðgerð góð og livilig kor
·     Samstarva við stýrið fyri heimið og annað virksemi hjá Bláa Krossi
·     Samstarva við aðrar stovnar og mynduleikar

Førleikakrøv
Vit søknast eftir einum leiðara, sum:
·     Hevur hóskandi heilsufakliga útbúgving og leiðsluroyndir
·     Hevur royndir frá viðgerðararbeiðið ella tað, ið kann samanberast við hetta
·     Hevur góð samstarvsevni
·     Hevur víst hegni og vilja at leiða og skipa fyri
·     Hevur evni at stimbra og stuðla starvsfólkunum
·     Hevur vilja til støðugt at arbeiða við menningarmøguleikum
·     Tekur undir við tí, sum Blái Krossur stendur fyri, hugsjónarliga og andaliga

Vit bjóða
Talan er um eitt avbjóðandi leiðarastarv í góðum arbeiðsumhvørvi og við ágrýtnum stavsfólkum. Sum leiðari kemur tú, saman við stýrinum fyri Blákrossheimið, at mynda virksemi. Starvið gevur góðar menningarmøguleikar og er møguligt at fara undir leiðsluútbúgving, um tann setti ikki frammanundan hevur slíka.

Setan
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er 9. august 2019, og skal umsókn saman við prógvum o.ø  sendast til:

Bláa Kross Føroya
Heiðavegur 32
600  Saltangará
Ella til teldupost: blakross@blakross.fo
Viðmerkt: umsókn leiðari

Meir er at síggja til virksemi hjá blákrossheiminum á www.blakrossheimid.fo.  Um tú ynskir fleiri upplýsningar um starvið, kanst tú ringja til Dakko Petersen, aðalskrivara, tlf 770 707

Blákrossheimið á Nesi er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við rústrupulleikum. Virksemið byrjaði í 1984 og er góðkent sum viðgerðarstovnur av Føroya Landsstýri. Pláss er fyri 12 búfólkum á heiminum.  12,5 ársverk eru á heiminum umframt 3 ársverk í DAT-ung, sum heldur til í Tórshavn.

Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, sum hevurtrý hjartamál:  1) Vit vilja hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. 2) Vit vilja hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. 3) Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.