Leiðaraskiftið á Blákrossheiminum á Nesi

Leiðaraskiftið á Blákrossheiminum á Nesi

Fríggjadagin kl 15 verður almenn móttøka fyri fráfarandi leiðara, Olgu Magnussen, og komandi leiðarar, Jüttu Olsen.

Olga Magnussen hevur verið ein trúfastur leiðari á Blákrossheiminum í 18 ár. Í 2001 var hon sett sum leiðari á Blákrossheiminum, sum tá var á Lynggøtu 12, Tórshavn,  har hon var leiðari í 13 ár, áðrenn stovnurin flutti inn á Nes. Olga var við í tilgongdini at sniðgeva og innrætta nýggja Blákrossheimið, sum læt upp í 2014. Olga hevur eisini verið við at ment viðgerðartilboðið, til tað, tað er í dag.

Umframt leiðslu á Blákrossheiminum, hevur Olga verið sera virkin í altjóða felagsskapinum ‘Blue Cross International’ og arbeitt fyri, at Føroyar stuðla felagsskapinum í teirra arbeiði.

Jüttu Olsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið í starvi, sum varaleiðari á Blákrossheiminum í 10 ár. Undanfarna árið hevur hon verið leiðari, ímeðan Olga var í farloyvi.

Umframt tann stuðul Jüttu hevur víst Olgu, tað tíð hon hevur verið varaleiðari, hevur hon eisini verið við frá byrjan við arbeiðinum ‘DAT UNG’ – viðgerðartilboð til ung – og ment tað, soleiðis at tað í dag er ein viðurkend viðgerð í Føroyum. Les meiri um ‘DAT UNG’ her

Móttøkan verður fríggjadagin 30. august kl. 15 til 18 á Blákrossheiminum á Nesi. Blái Krossur ynskir at takka Olgu Magnussen fyri tað arbeiði, hon hevur gjørt fyri felagsskapin, og alment seta Jüttu Olsen í starv, sum nýggja leiðara á Blákrossheiminum á Nesi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.