Landsstevnan 2016 á Sandoynni

Landsstevnan 2016 hjá Bláa Krossi verður í døgunum 12.-13. mars á Sandoynni.
 

Landsstevnan ferðast kring landið, og í nýggjari tíð hevur stevnan ikki verið á Sandoynni. Í fjør var landsstevnan í Fuglafirði.

Í sambandi við landsstevnuna verður eisini sjálvur aðalfundurin hjá Bláa Krossi Føroya. Hann er leygardagin 13. mars. Sambært reglugerðum og viðtøkum fyri felagsskapin, skulu mál, ið limir ynskja at taka upp á fundinum, vera skrivliga skrivstovu felagsins í hendi í seinasta lagi ein mánað undan fundinum. Um onkur hevur okkurt mál, sum ynski er at taka upp á fundinum, so er at senda skriv inn.

Í sambandi við aðalfundin er eisini val til landsnevndina. Valskeiðið er tvey ár og í ár er valskeiðið hjá Álvi Højgaard og Jónu Hansen útrunnið. Til ber tó at stilla upp aftur. Álvur Højgaard hevur boðað frá, at hann stillar upp aftur, men Jóna Hansen hevur sagt, at hon stillar ikki upp aftur. Um onkur ynskir at stilla upp, skal boðast skrivliga frá hjá skrivstovu felagsins í seinasta lagi ein mánað undan fundinum.
 

Skráin fyri landsstevnuna verður lýst seinni.