Landsstevnan 1.-2. apríl 2017 í Havn

Landsstevnan 2017 hjá Bláa Krossi verður í døgunum 1. og 2. apríl í Havn. Sálarfrøðingurin Frid Hansen úr Norra er gestur og fyrilestrahaldari á landsstevnuni.

Frid Hansen er sálarfrøðingur og starvast á Borgarstadsklinikkini í Skien, ið er ein viðgerðarstovnur hjá Bláa Krossi í Norra. Har er hon ábyrgdarhavandi fakligur sálarfrøðingur.

Frid hevur nógvar royndir at arbeiða við fólki, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. Hon leggur stóran dent á familjuviðgerð og at hjálpa børnum, ið vaksa upp í heimum, har rústrupulleikar eru. Á landsstevnuni fer hon at hava fyrilestur um hetta evnið.

 

Aðalfundur
Í sambandi við landsstevnuna verður eisini sjálvur aðalfundurin hjá Bláa Krossi Føroya. Hann er leygardagin 1. apríl. Sambært reglugerðum og viðtøkum fyri felagsskapin, skulu mál, ið limir ynskja at taka upp á fundinum, vera skrivliga skrivstovu felagsins í hendi í seinasta lagi ein mánað undan fundinum.

Uppskot um valevni til landsnevndina skulu eisini skrivliga vera á skrivstovu felagsins í seinasta lagi ein mánað undan fundinum.

 

Aftur í høvuðsstaðnum
Landsstevnan ferðast kring landið, og í 2016 var hon í Skálavík á Sandoynni. Í ár verður hon so hildin í Havn.

Skráin verður lýst seinni.

 

Mynd: Frid Hansen er ábyrgdarhavandi fakligur sálarfrøðingur á Borgarstadsklinikkini í Skien í Norra.