Landsinnsavning útsett til 24. Oktober
Árliga innsavningin hjá Bláa Krossi var í fyrstu atløgu útsett til 20. juni. Orsaka av COVID-19 smittuni er hon aftur útsett, til 24. Oktober.
Seinastu árini hevur innkomni peningurin verið nýttur til fyribyrgingararbeiðið hjá Bláa Krossi, herundir verkætlanirnar “Øll hava rætt til góð barnaár” og “Liv lívið”. Eisini í ár verður savnað inn til hetta arbeiðið.
Blái Korssur hevur møtt stórari vælvild frá Føroya fólki, fyritøkum og øðrum hesi árini landsinnsavningin hevur verið. Fyri tað, og øll tey, sum hava givið fíggarligar gávur í hesum tíðum, takka vit hjartaliga fyri.