Landsinnsavnanin útsett
Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi, ið eftir ætlan skuldi verða sunnukvøldi
tann 27. mars, og sendast beinleiðis í Kringvarpi Føroya, verður útsett til seinni í heyst. Blái Krossur vil geva
rúm og pall til tað megnar hjálpararbeiðið, ið einstaklingar og neyðhjálparfeløg taka stig til, nú kríggj herjar í
Ukraina.
Støðan í Ukraina er álvarsom, og neyðin gerst størri og størri fyri hvønn dag, ið fer. Blái Krossur vil við hesum
seta sjóneykuna á stóra tørvin á neyðhjálp í Ukraina og londunum rundan um Ukraina. Tørvurin á heiligvági,
mati, klæðum o.ø er stórur, og somuleiðis er stórur tørvur á fíggjarligari hjálp til neyðhjálpararbeiði. Slagorði
til Landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi Føroya í ár er “Tú kanst gera mun”, og júst nú er ein serstakur tørvur at
gera mun viðvíkjandi neyðhjálpini til Ukraina.
Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya verður tískil flutt til leygarkvøldið 1. oktobur. Talan verður um
eina beinleiðis sending í Kringvarpi Føroya, har vit borðreiða við áhugaverdum samrøðum, innsløgum um
virksemið hjá Bláa Krossi og sjálvandi eisini g um tónleiki. Pengarnir, ið koma inn, fara m.a. til arbeiði
millum børn, ung og familjur. Hevur tú eitthvørt hugskot til landsinnsavnanina, so vilja vit fegin frætta frá tær.
Send okkum títt hugskot umvegis teldupost til studla@blakross.fo.
Nærri kunning verður løgd út á heimasíðu okkara, www.blakross.fo, umframt at tað verður kunnað um
landsinnsavnanina í miðlunum tá hon nærkast.