Forsíða
| Jákup Brúsá

Landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya sjónvarpað 27. mars

Modelmynd omanfyri

Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya verður síðst í mars mánað, og í hesum sambandi verður sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya sunnukvøldið 27. mars. Pengarnir í ár fara m.a. til fyribyrgjandi arbeiði millum børn, ung og familjur í Føroyum.

– Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Okkara arbeiði hevur gjørt stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur – og nógv av tí var ikki gjørligt uttan okkara nógvu stuðlar. Vit eru takksom fyri allan stuðul og vóna, at Føroya fólk fylgir væl við tann 27. mars og vil hjálpa okkum at hjálpa fleiri børnum, ungum og familjum.

Vanliga verður gingið við bússum og bankað uppá hurðar kring landið, men í ár sleppur Blái Krossur í góðum samstarvi við KVF inn í stovuna hjá Føroya fólki ístaðin við eini sending, ið kemur at varpa ljós á ofta fjaldu trupulleikarnar, ið raka nógv børn, ung og familjur í Føroyum.

> Lat eina gávu her <

Eisini ber til at flyta eina gávu á konto í peningastovni:

  • Betri Banki: 9181-222.777.2
  • Bank Nordik: 6460-627.585.2
  • Noroya Sparikassi: 9865-770.700.7
  • Suðuroyar Sparikassi:  9870-305.622.9

Arbeiðið hjá Bláa Krossi er fjølbroytt, millum annað við viðgerð fyri at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar við rúsi, og fyribyrging við at hjálpa teimum, ið eru í vanda fyri at fáa trupulleikar av hesum. Niðanfyri eru nakrar av fyribyrgjandi verkætlanum hjá Bláa Krossi, sum pengarnir frá landsinnsavnanini í ár fara til.

Títt Rúm

Í familjum, har eitt foreldur er rúsbundið, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna. Tað er rúsurin, sum tekur uppmerksemið og orkuna í familjuni. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv, kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað teg. Títt Rúm er staðið til júst hetta.

Tað verður mett, at eini 1200 børn í Føroyum í dag vaksa upp í heimi við rústrupulleikum. Títt Rúm hevur í fleiri ár verið kent sum ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, men broytti navn í 2021 til eitt styttri og lættari navn – men hugsjónin er tann sama. Títt Rúm er eitt ókeypis tilboð til børn, ung og vaksin í aldrinum 0-35 ár og til familjur teirra, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsanin fyllir – ella hevur fylt – ov nógv í familjuni.

– Nógv ung hugsa, at “tað sikkurt er verri hjá onkrum øðrum”, og og hava tí ringt við at søkja sær hjálp, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari. Vit arbeiða tó eftir tí fatan, at um tú upplivir støðuna trupla, so er støðan trupul. Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum ella báðum tínum foreldrum ella systkjum ávirkar teg á ein neiligan hátt, so kanst tú fáa hjálp frá okkum.

Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:

  • Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
  • Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
  • Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”

Meira kann lesast á www.títtrúm.fo

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, við fokus á rúsnýtsluni hjá ungum. Endamálið er at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsakað av rúsdrekka/-evnum, og at minka um trýstið til at rúsa seg, sum nógv ung kenna.

– Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur, og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug, sigur Lív Brúsá, samskipari. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Liv Lívið hevur eina bingju og eina rúsfría barr, sum er eitt væl vitjað rúsfrítt øki á m.a. festivalum og stevnum. Harumframt verður undirvíst á skúlum og millum ung, har fokus er á lívsmeistran uttan rús.

Meira kann lesast á www.livlívið.fo

Tags: Landsinnsavnan,