Landsinnsavnan 2019 – Tøkk

Í ár gav landsinnsavnanin 854.000,00 krónur, sum vit eru sera takksom fyri.

Blái Krossur takka øllum hjartaliga, ið hjálptu til við Landsinnsavninanini, sum í ár var 11. mai.

Peningurin í ár fór til tvær verkætlanir hjá Fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi:

·       Øll hava rætt til góð barnaár

·       Liv lívið

Vit takka samskiparum, bússuberarum og øllum sum hjálptu til at gera hetta møguligt.

Eisini takka vit øllum gevarum kring landið, sum stuðlaðu undir hetta týdningarmikla arbeiðið.

Teimum, sum skipaðu fyri og teimum sum framførdu á stuðulskonsertini í Løkshøll henda dagin, takka vit eisini hjartaliga.