Kvøldseta við vitjan úr Kjad

Mikukvøldið 6. november kl. 19.00 verður ein áhugaverd kvøldseta í Skjólinum um støðuna í Kjad og tað hjálpararbeiðið, ið landsstýrið veitir fígging til. Føroyar hava í tráð við heimsmálini hjá ST, sett sær sum mál, at fíggja ymiskt hjálpararbeiði. Millum annað eina sera týdningarmikla og spennandi verkætlan hjá Bláa Krossi í Kjad.

Kjad hevur áleið 11 millónir íbúgvar. Harav liva 61,9% undir fátækramarkinum, sum er 1.25 dollarar um dagin. Hetta svarar til 8.42 Kr. Kjad er eitt av heimsins fátækastu londum og hevur verið merkt av ófriði, nógvum hernaðarkvettum og borgarakríggi seinastu 30 árini. Tað eitt oyðimarkaland sunnan fyri Libya og umframt omanfyrinevndu avbjóðingar, hava turkur og hungursneyð eisini rakt landið seinastu árini, ið ger støðuna sera trupla í hesum landið. Í Kjad eru rúsevnismisnýtsla og kynsrelateraður harðskapur eisini stórar avbjóðingar og serliga hetta vendir verkætlanin sær ímóti.
Verkætlanin, ið verður fíggja úr Føroyum, er ein lívsførleika skúli fyri ung har tey vera upplærd og ment kensluliga, sosialt og fíggjarliga – førleikar, ið eru týdningarmiklir, fyri at fóta sær í lívinum. Fokus er eisini, at hjálpa teimum úr rústrupulleikunum, og at fyribyrgja bundni og harðskapi. Tað er Blái Krossur í Kjad, sum stendur fyri verkætlanini, og Bedingar Ngarossorang (kallaður Eloi) er leiðari av hesi verkætlan.

Bedingar Ngarossoranger er í Føroyum í nakrar dagar, har hann kemur at vitja ávísar skúlaflokkar, ymiskar stovnar, landsstýri, o.s.fr. Hann kemur til kvøldsetuna, at greiða frá verkætlanini, samfelagsligum viðurskiftum, og um støðuna ímillum ungdómin í Kjad.

Á skránni 6. november verður
-Frágreiðing frá Bedingar Ngarossorang
-Sangframførðsla við ‘Tær fýra’
-Drekkamuður
og møguleiki verður, at seta spurningar aftaná.