Kvøldseta við “Udsatte menn” úr Norra

“Eingin kennir lendið betur enn tann, ið sjálvur hevur verið har”

Menninir handan Udsatte menn blivu misbrúktir sum børn, og hetta hevur síðani havt ymiskar avleiðingar fyri teir. Teir vilja fegnir møta núverandi og fyrrverandi misnýtarum, og fólki sum vara av og arbeiða við menniskjum, sum hava tað trupult.

 

Tískil skipar Kris fyri spennandi kvøldsetu í Skjólinum, har teir fara at siga frá lívi sínum og greiða frá og vísa á, hvat hevur hjálpt teimum og eisini hvør hjálp ikki riggaði fyri teir. Eisini vísa teir ein film, sum NRK gjørdi um teir í fjør.

Udsatte menn hava ferðast nógv og verið sera virknir í Norra í 2016, og nú koma teir so til Føroyar!

 

Ver hjartaliga vælkomin til kvøldsetuna fríggjakvøldið 18.august kl.20.00 í Skjólinum á Kongagøtu 8 í Havn.

 

Fylg við hendingini á Facebook-síðuni hjá Skjólinum: Kvøldseta við “Udsatte menn” úr Noreg