Kvøldseta við Gimma Olsen og Lenu og Niclas
“Øll hava rætt til góð barnaár” skipar fyri hugnaligum og upplýsandi kvøldi mikukvøldið 24. maj kl.20.00.
Gimmi Olsen, gudfrøðingur og starvsfólk á Blákrossheiminum, kemur at vitja. Evnið hetta kvøldið er, hvussu tað er at vera barn/ungur í einum heimi, har rúsur er ein trupuleiki, og hvørjar fylgir hetta kann hava við sær.
Eisini fáa vit vitjan av Lenu Anderssen og Niclasi Johannesen. Tey koma at framføra nøkur av sínum framúrskarandi løgum.
Tiltakið í Skjólinum er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sí meira um kvøldsetanina her: Kvøldseta við Gimma Olsen og Lenu og Niclas