Kvøldseta um ungdóm og rús
Nýggja rúsviðgerðin á Blákrossheiminum DAT-ung vendir sær til 15-18 ára gomul, og í tí sambandi verður skipað fyri tiltaki í Skjólinum mikudagin 18. apríl, ætlað foreldrum og avvarandi.
Evnið hetta kvøldið verður um ungdóm og rús, og á skránni verður m.a. framløga um markið ímillum rúsnýtslu og rúsmisnýtslu, og hvørji eru í vandabólkinum fyri at menna rústrupulleikar. Somuleiðis verður farið inná, hvat tað er í lívinum hjá tí unga, sum kann føra til rústrupulleikar.
Tá ið rúsurin fyllur ov nógv, botnar tað javnan í øðrum trupulleikum. Tann ungi kann t.d. stríðast við sálarligar trupulleikar, har rúsurin verður brúktur sum linnan ella fyri at gloyma. Hesar orsøkir kunnu leiða til eitt trupult samband við rúsdrekka og rúsevnir. Í tí sambandi stendur ein ofta hjálparleysur sum foreldur ella avvarandi.
Kvøldið fer tí at snúgva seg um, hvussu foreldur kunnu møta barninum og fyrbyrgja, at tað ikki mennir ein rústrupulleika. Tí verður eisini greitt frá, hvørji tekin foreldur kunnu hyggja eftir í samband við ungdóm og rúsmisnýtslu.
Fólk ið arbeiða gerandis við DAT-ung koma at tosa og spurningurin ”Hvussu veit eg, at mítt barn hevur ein rústrupulleika?” verður viðgjørdur og svaraður.
Eisini fáa vit vitjan av superveteraninum í Klaksvík, Steintór Rasmussen, ið kemur at seta sín serliga dám á kvøldið.
Fylg evninum á Facebooksíðuni hjá Skjólinum
Sí viðkomandi heimasíðu til foreldur