Kvøldseta sera væl eydnað

Mikukvøldið 31. januar var kvøldseta í Skjólinum

Sí myndir niðast í greinini.

 

Á kvøldsetuni settu vit sjóneykuna á, hvat tað er, sum vit – sum einstaklingar, familjur og samfelag – kunnu gera betri fyri tey, ið hava tað truplast, og fingu tískil vitjan av tveimum, ið hava havt nógv við útsett menniskju at gera.

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, hevur áður starvast á Barnaheiminum, og hevur tískil sæð, hvussu nógvar familjur stríðast.

Anna Háberg starvast í dag á starvsfólkadeildini hjá løgregluni, men hevur í nógv ár frammanundan arbeitt í Mjørkadali.

Áhugavert

Djóni og Anna høvdu hvør sítt upplegg, og komu at enda saman á pallin, har møguleiki var at seta spurningar og koma við viðmerkingum, sum fleiri nýttu høvið til, og tað kom nógv áhugavert fram.

– Fólk høvdu fleiri góðar viðmerkingar og vit fingu nógv at vita um, hvat arbeiði í arrestini og á barnaheiminum er, og hvussu nógv vit í roynd og veru hava í felag, sigur Magni Højgaard leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi.

Tað gongur aftur á Bláa Krossi, arrestini og á barnaheiminum, at fólkini, sum koma har, eru umsorganarsvikin, og fleiri av trupulleikunum, sum tey stríðast við, eru teir somu.

 

Hugnaligt

Skjólið var fullsett við eini 55-60 fólkum, sum hugnaðu sær og prátið gekk sera væl. Eisini sang Anna nøkur løg við fylgispæli hjá Bjarna Jøkladal og Pæturi Háberg.

Næsta kvøldseta verður eftir ætlan 14. mars, og tá verður tað Allan Tausen, sum kemur at vitja við síni sera sterku søgu.

– Vit arbeiða við at leggja kvøldið til rættis. Meir kunning verður um tað seinni, sigur Magni Højgaard at enda.

 

Edith Johannesen tók myndirnar.