Kvøldseta í Skjólinum 31. januar

Mikukvøldið 31. januar kl.19:30 er aftur ein kvøldseta í Skjólinum og øll eru hjartaliga vælkomin.

Hesa ferð seta vit sjóneykuna á, hvat tað er, sum vit – sum einstaklingar, familjur og samfelag – kunnu gera betri fyri tey, ið hava tað truplast!

Mong hava tað trupult heilt frá barnaárum og liva síðan ígjøgnum eitt kaotiskt lív. Talan er um trupulleikar, ið raka heilar familjur.

Til kvøldsetuna fáa vit vitjan av tveimum, ið hava havt nógv við útsett menniskju at gera.

 

Djóni Nolsøe Joensen er núverandi tingmaður hjá Javnaðarflokkinum. Hann hevur áður starvast í nógv ár á Barnaheiminum, og hevur við egnum eygum sæð, hvussu nógvar familjur stríðast og hvussu trupult tað er at venda eini gongd – einum rusjubanatúri – niður í gjøgnum sosialu løgini.

Anna Háberg starvast í dag á starvsfólkadeildini hjá løgregluni, men hevur í nógv ár frammanundan arbeitt í Mjørkadali, og hon hevur tí sera drúgvar royndir við fólki, sum hava tað sera svárt, og hava tað trupult við at fóta sær í einum samfelag, ið koyrir skjótari og skjótari.

 

Komið verður m.a. inn á misnýtslu og kriminalitet.
– Hvussu møta vit best hesum menniskjum?
– Hvussu byrtist vón?

Anna Háberg og Bjarni Jøkladal syngja og spæla nøkur løg eisini.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sí hendingina á FB