Kvøldseta á Reinsarínum 14. mars

Mikukvøldið er vælumtókta kvøldsetanin aftur á skránni

Hesaferð fáa vit vitjan av trubadurinum Allani Tausen, sum hevur verið sera tónleikaliga aktivur. M.a. hevur hann givið egna fløgu út, er partur av Mariusi Ziska, hevur framført javnan við Døgg Nónsgjógv og Elinborg og spælt við Høgna Lisberg, Eivør, ORKA o.ø..

 

Hart royndur

Men Allan er hart royndur í lívinum og hevur ikki altíð havt tað líka lætt. Pápi hansara doyði á forsorgarheimi í Føroyum, eftir at hava livað eitt sera hart og plágað lív.

Á kvøldsetuni kemur Allan at greiða frá, hvussu tað var at vera barn undir so tyngdum umstøðum. Hann kemur at hugleiða yvir, hvussu smádrongurin Allan Tausen hevði tað, hvat var gott, hvat var minni gott, og hvat samfelagið kundi gjørt við støðuna.

Allan kemur eisini at tosa um, hvussu hetta hevur ávirkað hann sum ungan mann, sum maka, pápa, sum vaksnan mann o.s.fr..

  • Hvat fyri langtíðar árin hava trupul barna- og ungdómsár havt á hann?
  • Hvussu sær hann samfelagið í dag: Hvar skulu vit seta meir inn og hvussu hjálpa vit børnum, sum vaksa upp í líknandi umstøðum, sum hann sjálvur gjørdi?

So her er talan um eina sterka søgu, um hvussu hart tað kann vera fyri summi menniskju at fara stetlandi gjøgnum lívið, og hvussu stóra ávirkan hetta hevur gjøgnum ættarliðini.

 

Og tá ið vit hava Allan í Skjólinum, kemur hann sjálvandi at spæla nøkur løg fyri okkum, og hann hevur onkran spennandi tónleikakollega við sær.

So kom á Reinsaríið mikukvøldið 14. mars kl.19.30 á Tórsgøtu 3 í Tórshavn! 🙂

 

GG: Kvøldsetanin er flutt á Reinsaríið, vegna góða undirtøkur

 

Sí hendingina á Facebooksíðuni hjá Skjólinum