Kvøldseta á Tvøroyri
Blái Krossur skipar fyri kvøldsetu á Seglloftinum á Tvøroyri mikukvøldið 11. apríl kl 19.00
Vegna tað, at Blái Krossur hevur sett blákrossbúð á stovn á Tvøroyri og hevur ætlanir um at fara í gongd við blákrossarbeiðið í Suðuroy, verður kvøldseta við ymiskum innsløgum og kunning.
M.a. verður lívsfrásøgn frá edrúum alkoholikara í Suðuroy, Bubu kemur at undirhalda, børnini fáa ballónir, menn av Tvøroyri syngja og kunning verður um Blákrossarbeiði:
- “Øll hava rætt til góð barnaár”
- “Liv lívið”
- DAT-ung
- Sosiala eindin
- Blákrossheimið
Øll eru hjartaliga vælkomin!