Forsíða
| Jógvan Simonsen

Kunngerð frá Blákrossheiminum í samband við Covid-19

Í dag kunngjørdi Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, at, í samband við Covid-19 smittuvandan, verður eingin vitjunartíð á Blákrossheiminum leygardagar og sunnudagar.

Hesir fundir eru somuleiðis avlýstir:

– Opnir fundir, týsdag og hósdag kl. 10:15.
– Útibólkur, týsdag kl. 13:00.
– Eftirviðgerðarfundir, mánakvøld á Blákrossheiminum og hóskvøld í Skjólinum kl. 19:00.
– Bólkafundir hjá DAT ung, hósdag kl. 16:30 og kl. 19:00.

Nærri kunning kemur seinni um nær vitjunartíð og fundir verða aftur.

Tags: Blakrossheimið, Corona, Covid-19,