Kringar hendur og forkunnugar vitjanir
Um jólahalguna hevur sosiala eindin hjá Bláa Krossi Føroya kent stóra vælvild frá mongum fólki. Eins og tá ið Blákrossheimið varð tikið í brúk, og umtalaðu litríku teppini vórðu latin nýggja heiminum, so fingu búfólkini á Umsorganarheiminum hvør sítt ikki minni litrríka teppi í jólagávu. At teppini eru latin í kærleika er eingin ivi um. Tá møtt varð á Toftum, fyri at pakka gávurnar inn, sigur eina kvinnan: Vónandi kennir búfólkið at onkur klemmar tey, tá tey balla seg í sítt egna teppi. Í pakkanum var eisini bókin hjá Thorleifi Johannsesen, sjómanstrúboðara, Trolaralív – søgur úr Barentshavinum. Búfólkini á forsorgarheiminum vórðu sum verða man sera fegin um gávurnar.
22. desember og sjálvan jólaaftan komu ávíkavist borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og Føroya løgmaður á gátt. Hvør sær tóku teir báðir, Heðin Mortensen og Kaj Leo Holm Johannesen, sær góðar stundir til vitjanina. Tíð varð til ein drekkamunn, hugnaligt prát um leyst og fast og eina rundvísing í nýggju og snotiligu kørmunum hjá Umsorganarheiminum.
Takk, øll tit mongu, ið á ein ella annan hátt eru við til at bera arbeiði okkara við forbøn, tíð og gávum. Takk øll somul. Hetta gevur okkum árræði til, við Guds og hansara orðs hjálp, at hjálpa og vegleiða menniskjum í viðurskiftinum við Gud, seg sjálvan og næstan.
Framhaldandi signaða jólahalgu!
[Best_Wordpress_Gallery id=”9″ gal_title=”Kringar hendur og forkunnugar vitjanir”]