Konsert í Løkshøll

Konsert í Løkshøll

Í samband við landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi Føroya 8. mai verður stuðulskonsert í Løkshøll leygarkvøldið 8. mai kl. 19:00. Tiltakið er partur av árligu landsinnsavnanini hjá Bláa Krossi Føroya, og peningurin fer til fyribyrgingararbeiðið millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum www.barnaar.fo og www.livlivid.fo

Hetta kemur eisini at síggjast aftur á tiltakinum í ár, ið bæði hevur góðar tónleikaframførslur umframt eina persónliga søgu og frásøgn um arbeiðið, og hví hetta hevur so stóran týding. Tað verður eitt starvsfólk, sum kemur at greiða frá.

Á skránni eru tónleikaframførslur við:

  • Lena Anderssen
  • Suð
  • Esmar Fagraberg
  • Knút Háberg Eysturstein

Afturat tí er eisini ein persónlig søga á skránni. ́ kemur at greiða frá síni søgu, har vit fáa innlit í, hvussu tað er at vaksa upp einum heimi, har rúsdrekka hevur fylt nógv, og hvussu hon hevur fóta sær.

́

Av tónleikainnsløgunum kunnu nevnast fanstastiska , ið fleiri ferður áður hevur verið við til tiltøk hjá Bláa Krossi. Hon kemur at framføra nøkur av sínum fantastiska sterku løgum.

Eitt annað tónleikainnslag, ið kann nevnast, er . Esmar er ein av nýggju og sera spennandi spírunum á føroyska tónleikapallinum. Hann gav herfyri sítt fyrsta staklag út, ”Brother”, sum er væl móttikið. Esmar kemur við síni sera sterku nærveru og inniligu sangum.

Kvinnukórið ð úr Klaksvík bergtekur hvørja ferð við sínum vøkru og lívligu framførslum. Steinvør Fonn er kórleiðari. Kórið hevur nógv ár á baki og syngur alt frá klassiskum til sálmar, fosturlandssangir, norðurlendskar sangir, negro sprirituals og gospel.

Knút Háberg Eysturstein kenna vit sera væl frá tónleika umhvørvinum. Hann hevur skrivað stórt verk um Regin Dalh og hann er javnan við í dómsnevndum o.ø. tá tað tónleiki viðvíkur. Hann spælir eisini við sera nógvum av okkara sterkastu nøvnum innan fleiri genrur. Hesa seinastu tíðina hevur hann aftur spælt egið tilfar, ið er melodiskt, djúphugsið og ransakandi.

——————-

Møguleiki er eisini at lata eina gávu í samband við Landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi her https://bit.ly/3nyVbhn See Less