Skeið fyri avvarðandi

Ert tú maki, foreldur, barn ella kanska vinur hjá einum rúsmisnýtara? So halt teg ikki aftur at koma á familjuskeið fyri avvarðandi hjá rúsmisnýtarum, har høvuðsendamálið er at arbeiða fram móti einum lívi, har rúsandi evni ikki seta dagsskránna.

 

Skeiðið er samansett við undirvísing og bólkasamrøðum, har arbeitt verður við broytingum og sjálvsfatan, hvussu vandastøður kunnu elva til, at gamlir vanar trína fram aftur, umframt at ljós verður varpað á, hvussu samband við onnur ávirkar eins egið lív. Somuleiðis verður arbeitt við ætlan og virkni, ið stuðla undir møguligum broytingum.

Skeiðið strekkir seg yvir fýra mánaðir og byrjar 9.-11. mars,
og heldur á 6. apríl, 4. mai og 1. juni
Kostnaðurin fyri hvønn lutakara er 700,- (matur íroknaður)
Skeiðið verður hildið í Skúlanum við Løkin, Rókarvegur 1, Runavík

 

Freistin at melda seg er 23. februar: Melda teg til her

 

Skráin 9.-11. mars

Hóskvøld, 9. mars
Kl. 18:00 ‐ 18:45 Vælkomin og ábit
Kl. 18:45 – 19:15 Lívssøga frá avvarðandi
Kl. 19:15 – 19:30 Steðgur
Kl. 19:30 – 20:30 Bólkar
Kl. 20:30 – 21:00 Reflektión

Fríggjakvøld, 10. mars
Kl. 18:00 – 18:45 Ábit
Kl. 18:45 – 19:15 Fyrilestur: Broyting
Kl. 19:15 – 19:30 Steðgur
Kl. 19:30 – 20:30 Bólkar
Kl. 20:30 – 21:00 Reflektión

Leygardagin 11. mars
Kl. 08:30 – 09:15 Morgunmatur
Kl. 09:15 – 09:45 Fyrilestur: Relatiónir
Kl. 09:30 – 10:30 Bólkar
Kl. 10:30 – 10:45 Steðgur
Kl. 10:45 – 11:15 Fyrilestur: Sjávsvirði og sjálvsálit
Kl. 11:15 – 12:15 Bólkar
Kl. 12:15 – 13:00 Ábit
Kl. 13:00 – 13:30 Reflektión
Kl. 13:30 – 14:00 Eftirmeting

 

 

 

Tvey skeið í 2017

Um so skuldi verið, at tað ikki ber til at koma á skeiðið í vár, so ber til at melda seg til heystskeiðið, sum verður 7.-9. septembur, og heldur á 5. oktobur, 2. novembur og 30. novembur.

Freistin at melda seg til heystskeiðið er 24. august: Melda til heystskeið