Kom og verð bússuberi 11. mai
Ver virkin saman við øðrum um eitt gott endamál.
Brúk er fyri nógvum sjálvbodnum fólki, sum vilja nýta eina løtu leygardagin 11. mai at ganga við bússum m.a. í Tórshavn, Leirvík og Sandavági. Hetta er í samband við árligu landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi Føroya.
Hetta er ein góður møguleiki, at vera virkin, saman við øðrum um eitt gott endamál. Bjóða onkrum við ein túr og saman kunnu tit vera við til at hjálpa okkum at hjálpa børnum og ungum í Føroyum.
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul og hjálp!
Um tú vilt ganga – annaðhvørt á heimstaðnum ella aðrastaðni – vinarliga sig frá á:
Telefon: 50 42 04
T-post: blakross@blakross.fo
Facebook: Blái Krossur Føroya.