Kjatta við okkum!

“Øll hava rætt til góð barnaár” veitir nú dulnevnda ráðgeving gjøgnum kjatt niðast í høgra horni á hesari síðuni. Kjattið er ætlað børnum og ungum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Foreldur og onnur rundan um hesi børn og ung, kunnu tó eisini venda sær til okkara umvegis kjattið. Tey, sum svara á kjattinum, eru starvsfólk og bólkaleiðarar hjá “Øll hava rætt til góð barnaár. Hesi eru m.a. sálarfrøðingar, familjuterapeutar, námsfrøðingar o.s.fr..

Dulnevnd ráðgeving merkir, at vit vita ikki hvør ella hvar tú ert. Onki av tí, sum tú skrivar verður goymt hjá okkum. Ynskir tú at gevast við at skriva, kanst tú altíð tað. Samrøðurnar kunnu vera so langar, sum tú ynskir, innanfyri upplatingartíðirnar á kjattinum.

Upplatingartíðir:
Í løtuni hava vit longdar upplatingartíðir í samband við Korona-kreppuna. Hesar verða tí tillagaðar, tá gerandisdagurin verður vanligur aftur. Byrja at kjatta við okkum, við at trýsta á knøttin niðast í høgra horni á hesari síðuni.

Kjattið er opið gerandisdagar kl. 10-12 og mána-, miku- og hósvøld kl. 19-21.