Kjad takkar fyri stuðul

Í mai hevði Blái Krossur landsinnsavnan, har tað m.a. varð savnað inn til eina “Life skill” verkætlan í Kjad í Afrika við heitinum “Sig nei til rúsdrekka og narko”.

Høvuðsendamálið var at minka um tað ógvusligu rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum ung í høvuðsstaðnum Ndjamena. Hetta er ein trý ára verkætlan, sum byrjaði í 2014 og endar í 2016.

Blái Krossur Føroya hevur latið 200.000 krónur til hesa verkætlanina. Føroya Landsstýri hevur eisini latið 400.000 krónur til hesa verkætlanina. Tað er altjóða Blái Krossur, ið saman við Bláa Krossi í Kjad, ið stýrir verkætlanini. Sveisiska stjórnin og hjálparfelagsskapir í Sveis hava eisini stuðlað verkætlanini. Nú hava vit fingið eina heilsan frá Kjad, har tey takka okkum fyri stuðulin.

Í komandi Blákrossblaði, ið kemur út í komandi viku, ber til at lesa greinina “Batar hómast í Kjad”, har greitt verður frá nøkrum av úrslitunum av verkætlanini.

 

Heilsanin frá Kjad

– A HUGE thank you to the entire team at Blái Krossur Føroya from your colleagues at Blue Cross Chad for your incredible support and donation to the Life Skills project! What a great example of the Blue Cross motto of “Doing it Together!”
 
 

Heilsanin sæst á Facebooksíðuni hjá Altóða Bláa krossi: The International Blue Cross