Kanning av bólkatilboðnum hjá Títt Rúm
Á vári 2021 var fígging játtað frá Betri og Sjúkrakassagrunninum til at kanna bólkatilboðið til ung í Títt Rúm. Endamálið var at savna vitan um, hvussu bólkaluttakararnir upplivdu tað at ganga í bólki og at arbeiða listaterapeutiskt í felagsskapi við øðrum í somu støðu.
Almenn framløga var hildin í Smæruni um kanningina “List og sálarheilsan hjá ungum føroyingum við rúsbundnum foreldrum” har Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingar, fortaldu um tilgongdina og úrslitini av kanningini. Frágreiðingin kann finnast inná www.títtrúm.fo
Eisini kunnu tit hoyra Anniku og Súsannu siga frá um kanningina í Góðan Morgun Føroyar her
Á myndini eru Annika H. Davidsen (sálarfrøðingur og uttanveltaður granskari), Alisa Hammer (leiðari fyri Títt Rúm), Aslaug Gisladóttir (nevndarforkvinna í Betri P/F), Annika Sølvará (Stjórið á granskingarráðum og umboð frá Sjúkrakassagrunninum) og Súsanna O. Skaale (sálarfrøðingur hjá Títt Rúm)