Kamilla andaðist einans 20 ára gomul vegna rúsmisnýtslu

“Okkurt má gerast. Tað ganga 12-13 ára gomul í býnum her og eru rúsað við narkotika. Tey skuldu havt frítíðarítriv… ella eitt ella annað stað, har tey kundu stuttleikað sær UTTAN rús.”

Soleiðis skrivaði norska 20 ára gamla Kamilla Fredrikke Jakobsen til løgregluna í Skien, bert ein mánaða áðrenn hon andaðist av rúsyvirdosis.

Hóast áralangar rústrupulleikar, droymdi Kamilla um eitt lív eftir rústrupulleikarnar. Hon vildi vera løgreglukvinna. Hon visti, at hon var farin ov langt, og ynskti tí so innarliga at hjálpa øðrum; serliga børnum og ungum.

 

Mamman visti einki

Trupulleikarnir byrjaðu longu, tá Kamilla var 14 ára gomul, men mamman (Beate) uppdagaði tað ikki fyrr enn dóttirin var 16 ár. Beate legði til merkis, at lagið var skiftandi, men tað var ikki fyrr enn, hon fann rúsevni í kamarinum, at hon visti, hvat veruliga gekk fyri seg.

Beate tók Kamillu við til løgreglustøðina, og kanningin vísti fleiri sløg av rúsevnum í blóðinum.

 

Alt bara versnaði

Barnaverndin kom upp í leikin og Kamilla varð koyrd á eitt ungdómsheim. Har bardist hon, tók eina rúgvu av rúsevnum og rúsdrekka og rýmdi.

Hóast Kamilla ynskti at gjøgnumføra skúla, eydnaðist tað ikki. Hon skifti tíðum búðstað, og til tíðir vendi hon heim aftur til trygga heimið hjá mammuni.

Í barnakamarinum lá Kamilla og tosaði við bamsurnar um framtíðardreymir. Ímóti endanum var størsti dreymurin, at búgva í egnari íbúð, sum eisini eydnaðist. Hon kom at búgva hjá eini 97 ára gamlari konu. Hóast Kamilla enn rúsaði seg, sá hon altíð snøgg út og hon hjálpti gomlu konuni við ymiskum húsligum.

 

Kamilla visti um vandarnar

Í einum hugnaligum biltúri við mammuni, hoyrdist Rihanna í útvarpstólinum “We’re beautiful like diamonds in the sky – Shine bright like a diamond” (Vit eru vøkur, eins og diamantar í skýnum – Skin bjart, sum ein diamantur). Í fullum álvara segði Kamilla við mammuna:

– Tá eg doyggi, vil eg hava hendan sangin til jarðarferðina.

– Men Kamilla…

– Mamma, rúsmisnýtarir verða ikki gamlir.

Og tað gekk heldur ikki leingi, so hendi tað. Eftir seks ár í rúsmisnýtslu orkaði kroppurin ikki meir. Yndisrætturin, pylsa- og bacongrýta, sum mamman hevði fyrireikað, stóð órørdur heima.

 

Kamilla náddi ikki stóru framtíðardreymarnar

Beate (mamman) hevur síðan verið nógv í arbeiði móti rústrupulleikum, og hildið fleiri fyrilestrar um dótturinnar lagnu, fyri at opna eyguni hjá teimum, hvørs tíð enn ikki er komin.

Kamilla megnaði ongantíð at taka ímóti hjálp, hvørki frá familju, barnavernd ella øðrum. Tískil vil Beate gera alt fyri at onnur søkja og taka ímóti hjálpini, sum ein treingir til, so at lagnan ikki verður eins og hjá Kamillu.

 

 

Ert tú í líknandi trupulleikum ella hevur spurningar um eitthvørt, so halt ikki aftur at ringja til Bláa Kross Føroya, telefon 770 700.

 

Les norsku greinina her: vg.no/overdose.ofrene