Forsíða
| Jógvan Simonsen

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður vitjar Bláa Kross

Blái Krossur Føroya bjóðaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni at vitja í Kongagøtu 8 í Havn, har tey vildu greiða honum frá um verkætlanina, ‘Øll hava rætt til góð barnaár.

Tilboðið er samansett við samrøðum við einstaklingar, familjur og bólkar. Tey greiddu frá, at tá børn og ung hitta onnur her, síggja tey, at tey ikki eru einsamøll við hesum trupulleikunum; at fleiri onnur børn og ung eisini liva undir somu korum, sum tey. Hetta vísir seg at vera ein stórur uggi og troyst fyri tey, sum hava kent einsemi við hesum trupulleikum.

Sagt varð, at ynski hjá Bláa Krossi er, at tey fólkini, ið dagliga eru um børn og ungu, megna at reagera og duga at seta fram varligar spurningar um tað, tey síggja og uppliva saman við teimum í gerandisdegnum, soleiðis at tey kunna megna at seta orð á sínar kenslur.

Mett verður, at eini 1200 børn í Føroyum vaksa upp undir ótryggum korum við rúsaðum foreldrum. Árinini av at vaksa upp í ótryggum heimum eru ógvuslig. Fleiri av hesum fáa sálarligar trupulleikar, og vandin fyri rústrupulleikum er stórur. Sagt varð, at vandin fyri sjálvmorði er tvífaldaður í mun til ung, sum hava livað undir meira tryggum umstøðum.

Ynski hjá Bláa Krossi er, at tilboðið skal kunna røkka børnum og ungum kring landið, ið hava tørv fyri hesum tilboði.

Landsstýrismaðurin takkaði fyri kunningina um verkætlanina, ‘Øll hava rætt til góð barnaár’. Hann segði, at hann gleddist um teirra stóra og góða arbeiði og ynskti teimum góðan byr frameftir.

Kelda: hmr.fo

Tags: