Kafékvøld fyri ung verður 8. oktobur

Kafékvøld, “Grótið”, verður fyri ung millum 15 og 30 ár, týskvøldið tann 8. oktober kl. 20-22 í Skjólinum, Kongagøtu 8, í Tórshavn.

Tiltakið verður hildið í samstarv við Sinnisbata, Megna títt lív, DAT-ung og ‘Liv Lívið’ og ‘Øll hava rætt til góð barnaár’ hjá Bláa Krossi Føroya. Tiltakið er skipað í samband við Altjóða sálarheilsudagin, sum verður tann 10. oktober, og sum eitt ABC tiltak. Endamálið er, at vísa á týdningin av at vera saman í einum felagsskapi, har tað verður práta opið um nøkur av teimum evnunum, sum kunnu vera ring at seta orð á.

Kvøldið byrjar við einum uppleggi frá einum ungum persóni, sum fer at greiða frá um einsemi. Eisini verður prátað um, hvussu vit kunnu hjálpa einum vini, um viðkomandi hevur tað torført. Vit kenna øll til vanliga fyrstuhjálp, men eitt kallast eisini sálarlig fyrstahjálp.

Ragnar Finsson kemur at spæla nøkur løg fyri okkum, og vit bjóða okkurt leskiligt.

Øll ung millum 15 og 30 ár eru vælkomin, og eru eisini vælkomin til at taka eitt systkin ella ein vin við.

Tiltakið er ókeypis, men vit vilja fegin, at tú teknar teg til, umvegis messenger á facebook síðuni hjá Liv lívið (HER), so vit vita, hvussu nógv vit verða!

Vit gleða okkum til at síggja teg!