Kafé og sangur í Skjólinum á ólavsøku

Nú ólavsøka er, er kafé og sangframførsla í Skjólinum hjá Bláa Krossi í Kongagøtu 8 í Havn. Eisini selja vit ballónir til børnini.

Øll eru vælkomin á kafé hjá Bláa Krossi. Til ber at keypa sær kaffi/te og annað við onkrum góðum afturvið.
Harumframt verður eisini sangframførsla. Ólavsøkuaftan kl. 19 er tað Erla Bech Nolsø, ið syngur, og ólavsøkudag kl. 19 er tað Símun Christian Olsen & Martin í Grund, ið syngja og spæla. Eisini verður ein stutt andakt.
Hugsað verður eisini um børnini, og vakrar ballónir verða seldar fyri ein bíligan penga.
Opið er í Skjólinum í Havn báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 15 til 23. Øll eru hjartaliga vælkomin.