Jólaveitslan hjá Bláa Krossi
Mikukvøldið 23. novembur møttust áleið 300 fólk til árligu jólaveitslan hjá Bláa Krossi Føroya hildin á Hotel Føroyum. Vegna Korona hevur hon verið avlýst fleiri ferð, so fólk vóru glað og spent við at møtast aftur, og við Hilmar Jan Hansen sum orðstýrara boðaði bara frá góðum.
Kvøldið var stak hugnaligt – fult av góðum mati og nógvum látri. Kvøldið byrjaði við at Dakko Petersen, aðalskrivari, takkaði so hjartaliga fyri tað stóra arbeiðið, ið verður gjørt, tí uttan alt tað sjálvbodna arbeiðið, hevði Blái Krossur ikki verið. Síðan var góður sangur við Eyðun Jacobsen við bólki. Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið var biðin at halda eina røðu, hevði nógv gott at bera Bláa Krossi og var jaliga ovfarin av, at tað vóru so nógv sjálvboðin, og segði seg hava fyrireika seg til eitt nógv minni jólaborðhald, so hetta var hugaligt at síggja.
Tríggjar stuttar framløgur vóru eisini frá felagsskapinum. Fyrst greiddi Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini, frá um tilboðið Títt Rúm, og síðan Lív Brúsá, sálarfrøðingur, greiddi frá um Liv Lívið og nýggju ungdómshølini. Bæði hesi tilboðini verða í stóran mun fíggjaði av inntøkuni frá Blákrosshandlunum kring landið. Rutt Mikkelsen greiddi frá um seymustovuna NÝ NÝ, ið er farin í holt við at framleiða barnaklæðir úr endurnýtsluklæðum. Hesi barnaklæðini fara síðani at vera seld í sølubúðunum og nøkur vóru hesi eisini víst fram á kvøldinum.
Til síðst endaði Sverri Steinhólm, formaður hjá Bláa Krossi, kvøldið.
Í Bláa Krossi Føroya eru 28 starvsfólk og áleið 400 sjálvboðin, ið eru virkin í felagsskapinum.