Ítróttarlið fáa rúsdrekkaforboð

Rúsdrekkaforboð í fótbóltstíð. Vikulig eftirlit við vekt. Uppmøting ein tíma áðrenn venjing. Regluligar rennimátingar.

Nýggi venjarin hjá bergenska fótbóltsliðnum Brann, Lars Arne Nilsen, boðar frá stórari hugburðsbroyting, um ein ætlar sær at spæla við bestu deild í Brann. Tann, sum ikki kemur til sættis við ásetingarnar, er óynsktur, ávarar hann.

 

Alkohol kann ikki góðtakast

Fótbólturin hevur ikki eydnast væl hjá Brann undanfarnu árini. Tí er Lars Arne Nilsen sólarklárur um boðini, og sigur at har verður eingin góða mamma framyvir: “Av og á kann tað vera keðiligt fyri spælarar at fáa nýggjan venjara. Venjarin hevur sínar væntanir og spælararnir hava sínar vanar. Eg veit ikki, hvussu tað var áðrenn, og tað er óviðkomandi, men vit skulu hava teir í venjing.”

Víðari sigur Lars Arne um rúsevni: “Tað er strangliga bannað í fótbóltstíð. Tað kann ikki góðtakast. Tað skal ikki eingongd vera í hugsanini, um mann skal skapa eina toppítróttarmentan”.

 

Rúsdrekkatrupulleikar í føroyskum ítróttarhøpi

Um miðan mars var sama evnið frammi í føroysku miðlunum, tá Flogbóltssamband Føroya koyrdi mansliðið hjá SÍ úr landskappingini vegna tað, at liðið ikki møtti upp til tveir dystir. Trupulleikin handan mistu dystirnar var m.a. rúsdrekka.

Í novembur 2014 varð Kristian Mikkelsen settur sum nýggjur venjari, har strangar ásetingar vóru lagdar fram. Kristian hevur greitt frá, at moralurin var vánaligur og tí vóru bara 3-4 mans, sum møttu upp til venjingarnar: “Ov óstabil uppmøting til venjing og leikarar høvdu verið í býnum áðrenn onkran dyst. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ár og nú var slutt.”

Eftir tosan aftur og fram vildu teir tó geva flogbóltinum í Sørvági ein seinasta møguleika: “So verður kallað inn til leikarafund. Einir 10 mans møta upp og lyfti verður givið um, at nú skal møtast væl upp til venjing eins og at tað ikki skal drekkast alkohol 48 tímar innan dyst. Verður avtalan brotin, so verður viðkomandi koyrdur av liðnum”, greiddi Kristian frá.

Hetta gekk væl og um miðan februar vunnu teir steypakappingina, men so var aftur galið: “Aftaná steypafinaluna fór luftin úr ballónini hjá flestu av leikarunum”.

Víðari greiðir Kristian frá: “Frá at vera 14 mans til venjing til nú at vera 4-5 mans, tað er ikki stuttligt fyri nakran. Ein kombinatión við at landskappingardystirnir so gott sum ongan týdning hava og frustratiónin um at vit høvdu mist so nógvar leikarar ella kanska var tað bara ballingarhugur, sum gjørdi at 2-3 mans ikki kláraðu at halda sær og fóru í býin dagin áðrenn dyst.”

Fleiri leikarar valdu at siga stopp, og somuleiðis við venjaranum. Nú situr nevndin eftir við avgerðini, hvat skal gerast komandi vetrarhálvu. “Tað skulu alvorligar hugburðsbroytingar til fyri at fáa mansflogbóltin at fungera aftur í Sørvági. Vónandi eydnast tað og eg vil ynskja nevndini og felagnum góða eydnu við tí”, skrivar Kristian Mikkelsen at enda.

 

 

Keldur:

Bergenstidende: Gir Brann-spillerne alkoholforbud i sesong
Norðlýsið: Fáa ikki spælt vegna drukk í SÍ
Norðlýsið: SÍ koyrt úr kappingini
In.fo: Støðan er álvarslig
Kringvarp Føroya: SÍ koyrt úr kappingini
Kringvarp Føroya: SÍ tveitt úr kappingini