Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Hvør koyrir teg heim?

Fimta hvør deyðsvanlukka í ferðsluni skyldast av alkoholi í Danmark. Hóast talið er lækkað tey síðstu árini, er rúsdrekka enn ein av størstu orsøkunum, til at fólk verða dripin í ferðsluni.

Tí heitir løgreglan fólki á – serliga hesa jólaborðhaldstíð – at
ikki at koyra ávirkað.

 

Taxa ella sjúkrabilur?

Løgreglan kemur á hvørjum ári út til nógvar ólukkur, sum væntandi ikki høvdu hent fyriuttan rúsdrekka. Midt- og Vestjyllands Politi vil tí við myndini av bilunum minna fólk á fylgjurnar av teirra valum.

– Alt ov nógvar vanlukkur henda vegna rúsdrekkakoyring. Tí ynskja vit við hesi myndini heita fólki á at lata bilin standa, tá tey hava drukkið. Samstundis er tað eisini umráðandi at leggja uppí, um ein annar er á veg í bilin, eftir at hava drukkið rúsdrekka, sigur Henrik Glintborg, vicepolitiinspektør hjá Midt- og Vestjyllands Politi.

 

Gávukort til heimkoyring

Í samband við átakið “Klar til et pust?” hevur Rådet for Sikker Trafik og Trygfonden eina loysn, sum skal tryggja heimferðina.

Á heimasíðuni www.jegkørerkort.dk kann mann gera eitt gávukort, sum inniheldur eina trygga heimkoyring.

– Tey flestu halda sær frá rúsdrekkakoyring. Men fyri mong fer tað um mark at blanda seg uppí, um ein kenningur leitar sær billyklarnar fram eftir at hava drukkið. Nu hava fólk so møguleika at fyribyrgja rúsdrekkakoyring, við at geva eitt talgilt og persónligt koyrikoyrt, har mann lovar at heinta og koyra viðkomandi trygt heim, sigur Søren Ørsted Pedersen, pressechef i Rådet for Sikker Trafik.

 

Sannroyndir

So nógvar alvorligar vanlukkur av rúsdrekkakoyring vóru í 2010-2014 í DK:

Bornholm:                             11 løstað / 1 dripin
Fyn:                                      121 løstað / 16 dripin
Kbh Vestegn:                       33 løstað / 5 dripin
København:                         53 løstað / 12 dripin
Midtvestjylland:                168 løstað / 27 dripin
Midtvestsjælland:             101 løstað / 23 dripin
Nordjylland:                      138 løstað / 23 dripin
Nordsjælland:                    56 løstað / 9 dripin
Syd- og Sønder.jylland:  130 løstað / 18 dripin
Sydsjælland +Loll.-Fal.:    87 løstað / 21 dripin
Sydøstjylland:                  101 løstað / 14 dripin
Østjylland:                         86 løstað / 18 dripin

Tilsamans:               1085 løstað og 187 dripin

 

 

Les greinina: www.sikkertrafik.dk

 

Tags: