Hvat hugsa børn, tá foreldrini eru drukkin?

Hetta evnið var sera nógv frammi í NRK fyrr í summar.

Um mánaðarskiftið millum maj og juni hevði NRK eina evnisviku, sum tey kallaðu rúsvika. Nógv tilfar varð lagt á heimasíðuna um evnið; harímillum nøkur sjónbond, sum vísa dømi uppá støður, sum børn við  druknum foreldrum kenna til. Hóast sjónbondini eru gjørd eitt vet í skemtiligum tónalagi, koma vandamálini væl fram.

Herundir er ymiskt viðkomandi tilfar, sum NRK hevur lagt út á heimasíðuna.

 

Sjónbond

1:5 Tú ert ikki einsamallur/einsamøll!

2:5 Pápi Ashan er fullur… aftur nú

3:5 Mamma Minu drekkur nógv

4:5 Pápi Theu er ofta fullur

5:5 Joakim gerst bangin, tá pápin koyrir fullur

 

Supernytt

Supernytt er ein nýggjheitssending hjá NRK fyri børn í aldrinum 8-12 ár, sum eisini hevur setti ljós á alkohol í rúsvikuni.

Sí sendingarnar her: Supernytt (vel dagfesting 30.05.2016-03.06.2016)

Skærmbillede 2016-06-05 kl. 21.33.46

 

 

Útvarpsdokumentar

Her ber til at hoyra ein útvarpsdokumentar um tíggju ára gomlu Auroru, sum møtir einum gomlum alkoholikara á gøtuni. Tað vísir seg, at hann hevur verið ein kendur sjónleikari í sínari tíð. Nú skal hann so framføra jólaevangeliið í kirkjuni – bara hann ikki verður ov fullur…

Hoyr dokumentarin: “Av barn og fulle folk”

Skærmbillede 2016-06-05 kl. 21.37.07

 

 

Ymiskt tilfar

Nógv varð lagt á heimasíðuna í rúsvikuni, og á hesari síðuni er ymiskt samlað saman: Supernytt Rusuka

Skærmbillede 2016-06-05 kl. 21.47.54

 

 

Kennir tú teg aftur?

Kennir tú teg aftur og ynskir broyting, so halt ikki ímóti at søkja hjálp; bæði um tú ert barn hjá foreldrum ella í familju við onkran, sum eru misbrúkarar av rúsdrekka ella rúsevnum, foreldur hjá misbrúkara ella ert misbrúkari av rúsinum sjálv/ur.