Hugnakvøld fyri sjálvbodnum
Týsdagin 14. novembur var hugnakvøld fyri teimum sjálvbodnu, sum arbeiða fyri Bláa Kross í Føroyum.
Nóg spennandi var á skránni, tá 275 sjálvboðin møttu til ársins hugnakvøld.
275 fólk vóru til hugnakvøldið
Deildirnar kring landið blivu presenteraðar
Tórfríður Magnussen og Kristian Martin Petersen undirhildu, meðan døgurði var á borðinum.
Marin Katrina Frýdal bar eina heilsan frá Tórshavnar kommunu
Dakko greiddi frá søluni í ár og fjør, og vísti á, hvussu arbeiðið hjá teimum sjálvbodnu ger tað møguligt hjá Bláa Krossi at arbeiða fyribyrgjandi millum børn og ung.
Felagssangur var eisini á skránni
Lív Justinussen segði frá verkætlanini “Liv Lívið”.
Jensina Hansen, Olgu Magnussen og Kristianna Johannesen framførdu ein sang við klaverfylgispæli hjá Kristian Martin Petersen.
Karl Johannesen framførdi við sangi og klaveri.
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, bar heilsu fram, sum kann lesast á Facebook:
https://www.facebook.com/permalink.php?story_fbid=1906153803036309&id=1599210927063933
Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini, endaði kvøldið.
Sjálvboðið arbeiði
Blái Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar kring landið. Talan er um Blákrossbúðirnar í Havn, Runavík og Miðvági, og Endurnýtsluna á Glyvrum og Miðvági. Ein blákrossbúð fer í næstum at opna á Tvøroyri.
Tey, sum arbeiða í handlunum, eru sjálvboðin. Í fleiri førum eru tað pensjónistar, men eisini onnur, ið brúka tíð í handlinum.
Umframt tey sjálvbodnu í handlunum, eru eisini onnur, ið gera sjálvboðið arbeiði av ymiskum slag fyri Bláa Kross.
Yvirskotið av søluni í handlunum verður nýtt til hjálpararbeiðið hjá Bláa Krossi.