
Fyribyrging
Fyribyrging av rúsdrekka/rúsevnum er ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Bláa Krossi Føroya.
Fyribyrgingardeildin bjóðar millum annað ráðgeving til ung, familjur, fakfólk og onnur. Eisini verður undirvíst á skúlum, stovnum, arbeiðsplássum, samkomum, ungdómshúsum, legum og aðrastaðni.
Ráðgevingin fevnir millum annað um rúsdrekka og rúsevnisfyribyrging og onnur evnir, so sum sjálvsálit, sjálvsvirði, bólkatrýst, læran um at seta mørk, og hvussu tað kann vera fyri eitt barn, at vaksa upp í einum heimi har rúsur er ein trupulleiki.