Hetjuligu fyrimunirnir við rúsfría oktobur
At vera edrúarhetja (Soberhero), merkir ikki neyðturviliga at ein hevur røntgensjón ella er ílatin í kápu.
Men við at vera rúsfríur merkir tað, at tú røkkur fleiri hetjuligar kvalitetir. Tú sparir pening, brýnir viljastyrki, økir um orkuna, stimbrar heilsuna og so kanst tú enntá hjálpa teimum krabbameinsraktu.
Edrúarhetjunnar máttarminnislisti
At halda sær frá spruttinum (saman við møguligum betringum í matvanum og venjinum) kanst tú náa nýggjar máttir:
- POW. Vakna í stundini eftir betri svøvni og minni snorkan
- BOOM. Økj um ørkustøðið
- ZAP. Bannset ræðuligu timburmenninar
- WHAAMM. Sunna javnvágin á bankakontoini
- KABOOM. Kenn teg yvirhøvur heilsubetri í øllum, tú gert
Og tað er ikki alt…
Tú fært eisini betri treytir fyri penari húð, klárari høvd (harvið frískt sjónarmið upp á rúsnýtsluna), heitu kensluna av at hava rokkið málið og at hava hjálpt teimum krabbameinsraktu. KA-POW!
Les meir um avbjóðingina: www.gosober.org.uk/benefits-of-going-sober-for-october
Melda teg til avbjóðingina: www.gosober.org.uk/users/sign_up
Sober October
“Go Sober for October” er eitt pengainnsavnandi átak, sum avbjóðar rúsdrekkandi at broyta vanar í ein mánað og harvið gera nakrar sunnar lívsbroytingar.
Um ein ynskir at drekka aftur aftaná hendan mánaðin, verður viðmælt at tað verður drukkið ábyrgdarfult í viðmæltum nøgdum.
Stórdrekkarar og bundnir rúsmisnýtarar eru viðmæltir at tosa við lækna áðrenn lopið verður í avbjóðingina.