Góð undirtøka í Suðuroy

Hósdagin 15. mars opnaði fyrsta blákrossbúð í Suðuroy.

Dagurin gekk væl, nú handilin í Suðuroy opnaði. Tað komu nógv fólk at vitja handilin og fleiri borgarstjórar vóru á gátt. Eisini møtti Frelsunarherurin við blómum.

 

Blái Krossur Føroya fer undir virksemi í Suðuroy, og í tí sambandi eru høli fingin til vega á Tvøroyri. Endamálið við húsakeypinum er ikki bert at reka endurnýtsluhandil, men eisini at fara undir fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Suðuroy.

Fyrsta stig í hesum arbeiði, er at lata eina blákrossbúð upp, har dentur verður lagdur á at selja góð brúkt klæði og annað.