Góð ráð til summarið
Á síðuni www.livlivid.fo/foreldur, ið Blái Krossur útgav fyrr í ár, finnast nógv góð ráð til foreldur og onnur um hvussu man tosar við síni børn um rúsdrekka og rúsevnir. Har finnast ráð til hvussu man byrjar samtaluna, hvat man skal fyrireika seg til og hví tað hevur týdning at taka prátið upp.
Nú summarið er í hásæti, verður nógv drukkið á festivalum og øðrum tiltøkum. Her eru nøkur góð ráð, tú sum foreldur kanst geva tí unga.