Glyvra Blákrossfelag bjóðar inn til rundan føðingardag

Glyvra Blákrossfelag fyllir 40 ár sunnudagin 20. januar.

Í hesum sambandi verður bjóðað til blákrossfest í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum kl 17.00 hendan dagin.

Svein í Prestgarði syngur og sigur frá lívi sínum.  Eisini luttekur streingjakórið. Andakt verður og hugleiðing um, tá felagið varð stovnað.

Okkurt gott verður til matna.

Aðalfundur verður kl 16.30.

Øll eru vælkomin.

Glyvra Blákrossfelag