Gleða okkum til nýggju hølini

‘-Um ársskiftið keypti Blái Krossur, Føroya, ein bygning, sum er í trimum hæddum og er góðar 800 fermetrar stórur og stendur mitt í Runavík. Nú eru vit í holt við at innrætta hann til okkara brúk. Í miðhæddini vera endurnýtsluhandlarnir. Í norðara enda vera klæðini og í sunnara endyrnýtslan av møblum og øðrum lutum. Ein partur av loftinum fer at hoyra uppí endurnýtsluhandilin, meðan hin verður til skiljing av klæðum, fundarhøli, viðtalirúm til børn og avvarandi teira, skrivstovur og annað-
Tað sigur Dakko Petersen, aðalskrivari, hjá Bláa Krossi, Føroya.

-Vit hava leigað fýra ymisk hølir í Runavík; men fara nú at húsast í einum. Tað verður gott, mennandi og einfaldari. Eitt høli, sum er omanúr bygninginum, er sett í stand og verður innrættað sum eitt verkstað. Har kunnu menn til dømis, seta møblar í stand, mála og gera annað viðlíkahaldsarbeiði, áðrenn lutirnir verða til sølu. Møblarnir koma inn í kjallaran, sum eisini verður møbilgoymsla. So verða teir bornir uppá so hvørt, pláss verður fyri teimum, sigur hann.

 

Kaffi og verkstað

-Arbeiðið, sum hevur verið gjørt í Runavík síðstu mongu árini, fer at halda fram. Harafturat vóna vit nú at kunna fáa skapt eitt umhvørvi, har menn kunna hittast til ein kaffimun og eisini fáa møguleikar til at taka eina hond í t.d. viðlíkahald av møblum og øðrum.
Á loftinum, har klæðini fara at verða skild, vóna vit eisini at fáa skapt eitt umhvørvi, so kvinnur kunnu koma inn og fáa ein kaffimunn, skilja klæðir og annað. Vit hava kvinnur, sum seta klæðir í stand heima, og tað eru vit eisini takksom fyri, sigur Dakko.

-Meginparturin av teimum umleið 300 sjálvbodnu starvsfólkunum hjá Bláa Krossi, Føroya, eru eldri fólk. Tey gera eitt sera stórt og meiningsfylt arbeiði fyri Bláa Kross, sum vit eru sera, sera takksom fyri. Tí ræður eisini um, at trivnaður, hugni og kenslan av at gera ein meiningsfyltan gerning, er í hásæti. Vit gleða okkum til vit fáa opnað nýggju hølini í Runavík, men mugu bíða til Koronan hevur mist takið, sigur hann.

 

Fingið góðan stuðul

-Vit kundu keypa hendan bygningin, tí vit seldu ein bygning í Havn. Harafturat hevur Betri Stuðulsgrunnur, stuðlað Bláa Krossi við 700.000 krónum, og vit hava fingið 500.000 kr. í privatum stuðuli her í økinum. Nú kunnu vit húsast í egnum góðum hølum fyri minni upphædd enn vit rindaðu í leigu frammanundan. So vit í Bláa Krossi eru sera takksum fyri tær mongu hendur, sum hjálpa til og teir mongu stuðlarnir, sum bera fíggjarliga.
Aðalmálið við øllum arbeiðinum, er jú at upplýsa og fyribyrgja rúsdrekka og rúsi,-  og tað serliga millum børn og ung, men eisini millum vaksin. Harafturat hjálpa vit teimum, sum fullu fyri rúsdrekka og rúsi og avvarandi teirra, sigur Dakko Petersen, at enda.

 

Orð og myndir: Torleif Johannesen