Gev í dag og Global Giving gevur eina eyka upphædd
Altjóða Blái Krossur arbeiðir nógv fyri at hjálpa ungdómi við rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikum, við at geva teimum hóskandi viðgerð; bæði tað eru tey sjálvi ella avvarðandi, sum hava trupulleikar.
Í dag er so møguleiki at stuðla hesum tiltaki, og upphæddin verður størrað. Tað er Global Giving, sum stendur fyri hesum eyka kostnaði.
Global Giving
Á heimasíðuni hjá Global Giving er møguleiki at leggja pening í nógv ymisk tiltøk, har tað treingir. Og í dag (15. juli) leggja tey eyka pening í tað, sum kemur inn ímillum kl.14.00 og til kl.04.59 í nátt (16. juli) føroyska tíð (09:00-23.59 EDT-tíð). Stuðlar tú t.d. við 20$ (135,-), so verður upphæddin 28$ (190,-).
Pengarnir fara til
Tað sum kemur inn í dag, fer til fótbóltir, skúlaamboð, almenn býli og til upplæring av leiðarum, til at hjálpa og stuðla fyri at ungdómur í Afrika, Evropa og Amerika hevur møguleika at kenna til og sleppur at uppliva rúsdrekka- og rúsevnisfrí lív.
Soleiðis gert tú
Um tú ynskir at stuðla eina upphædd, sum verður størrað, so trýst á her, og vel eina upphædd til høgru.
Upphæddirnar í sær sjálvum geva undirstandandi (minst til, at í dag geva tær meiri):
10$ (67,-): Tveir fótbóltir til ungómin í Afrika
20$ (135,-): Skúlaamboð fyri at læra ein ungdóm í Afrika um egnu lívsgávur
50$ (340,-): Almenn býli fyri børn í Evropa
200$ (1.350,-): Upplærir ein leiðarabólk til at byrja og leiða KIDS-hjálp í Suður Amerika
———————————————————————————————————-
At stuðla eina upphædd, sum verður størrað: Global Giving
Les meira um arbeiði hjá Altjóða Bláa Krossi: The International Blue Cross
Vitja Facebook síðuna hjá Altjóða Bláa Krossi: The International Blue Cross on Facebook
Les meira um KIDS: KIDS