Gavst at smakka mær á
Jonhard Larsen og Jórun Mørkøre vóru 19 og 15 ár, tá pápin, Michael Olsen, fór til Íslands til avvenjingar.
Tað er ymiskt, hvat tey minnast frá tíðini, áðrenn pápin fór til Íslands, men bæði eru tey samd um, at broytingin hevur verið ómetaliga stór.
– Babba fekk eitt nýtt lív, ein møguleika afturat, sigur Jonhard Larsen.
Ongantíð hugnalig jól
Í Vikuskiftissosialinum, sum er til sølu nú, greiða tey bæði frá, hvussu tey upplivdu pápa sín, áðrenn og aftan á, at hann fór til Íslands.
Jórun Mørkøre sigur, at tað var tíverri fyrst og fremst um høgtíðirnar, at tað gekk galið.
– Meg minnist ikki so nógv frá tíðini áðrenn hann fór til Íslands, men meg minnist, at vit ongantíð høvdu eini hugnalig jól. Babba datt í fløskuni og so var mamma einsamøll við okkum, samstundis sum hon bæði var kedd um og ill inn á babba, sum gekk og hugnaði sær á sín máta.
Sjáldan vinir heim við
Jonhard Larsen sigur, at drykkiskapurin hjá pápanum uttan iva hevur ávirkað lív sítt, uttan at hann hevur verið tilvitaður um tað.
– Eg hevði fáar vinir sum barn og hevði sjáldan vinir heim við. Eg haldi, at tað var óttin fyri at funna babba fullan heima, sum gjørdi, at eg ikki bjóðaði vinunum heim til okkara. Eg hevði eisini ein sera avmarkaðan vinabólk, sigur hann.
Ísland broytti alt
Jórun Mørkøre sigur, at lívsbroytingin hjá pápanum hevur verið fullkomin.
– Lívið, bæði hjá babba og hjá okkum sum familja, broyttist fullkomiliga, tá han fór til Íslands. Tað er eitt Guds undur, at hann fór. Eg haldi ikki, at vit børnini høvdu verið har, vit eru í dag, um babba ikki var farin. Ein familja, sum er oyðiløgd av alkoholi, kemur ikki víðari, sigur Jórun Mørkøre.
– Eg valdi eisini sjálvur at gevast at smakka mær á, tá babba fór til Íslands, og drakk ikki í eini átta ár. Eg haldi, at hetta var ein góð hjálp hjá babba og hann sá, at vit ynsktu at stuðla sær. Vit vóru eisini, serliga fyrstu tíðina, bangin fyri, at hann fór at detta út í aftur, greiðir Jonhard Larsen frá.
Les longri samrøðuna við tey bæði í Vikuskiftissosialinum.Í blaðnum greiðir pápin, Michael Olsen, eisini frá, hvussu hann gjørdist turrlagdur fyri skjótt 31 árum síðani.
Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni in.fo.
Sí uppruna grein: www.in.fo/news-detail/gavst-at-smakka-maer-a