Fyribyrgingardeildin fegnast eins og Fólkaheilsuráðið um frítíðarkort til ungómar

Ungdómar fáa veitt frítíðarkort, sum gevur teimum betri møguleikar fyri frítíðarvirksemi av alskyns slag. Hetta er ein avgerð tikin í Runavíkar og Nes Kommunu, sum vónandi fer at vera ein møguleiki fyri ung kring landið. Skipanin er kend úr Íslandi, har royndirnar tykjast vera sera góðar, tá ið talan er um fyribyrgjandi arbeiði á heilsuøkinum. Fyribyrgingardeildin hjá Bláa Krossi Føroya, eins og fólkaheilsuráði, fegnast um at føroyskar kommunur arbeiða fyri at geva sínum ungdómi atgongd til ein sunnan og mennandi frítíðarfelagsskap.

“At øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði fólkaheilsuni at frama”, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. At styrkja um møguleikarnar hjá fleiri at gerast partur av felagsskapinum, sum frítíðarfeløgini veita, er eisini í tráð við grundreglurnar í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum hevur arbeitt við Fólkaheilsuráðið seinastu árini. “Flestu frítíðartilboðini eru kommunal ábyrgdarøki, tí kommunurnar eiga vøllir, hallir og bygningar, har hetta virksemið fer fram, og tí eiga kommunurnar eisini at tryggja, at allir borgar hava javnbjóðis møguleikar fyri at taka lut í frítíðarvirksemi, sum passar til teirra”, sigur Magni Mohr.

Kelda: folkaheilsa.fo