Frá Betri samtakinum til Bláa Kross

Orð kunnu ikki lýsa, hvussu takksom vit eru fyri hesa stórfingnu jólagávu, sum Betri hevur valt at geva “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya.

Betri samtakið hevur allar advents sunnudagar givið fíggjarliga gávu til ymiskt arbeiði í Føroyum, eitt nú, Føroysk sjúkrahús, Barnabati, Kvinnuhúsið, ADHD felagið og mangt annað.

Við hesi gávu, fáa vit møguleika fyri, at víðka okkara virksemi og hjálpa enn fleiri børnum og ungum í Føroyum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki, og familjum teirra.

Tílíkur stuðul hevur sera stóran týdning fyri okkara arbeiði, og vit eru rørd og takksom fyri, at Betri hugsar um okkum.