Foreldur skulu tosa við børnini um rúsevni
Livlivid.fo hevur nú eina foreldrasíðu við ráðgeving til foreldrini um ung og rúsevni
Týsmorgunin tosaði Lív Justinussen, samskipari á fyribyrgingardeildini, við Góðan Morgun Føroyar um nýggju heimasíðuna, sum er ætlað foreldrum.
“Liv Lívið” verkætlanin hevur frammanundan heimasíðuna livlivid.fo fyri ungdóm, har tey kunnu veita sær góð ráð, vegleiðing og stuðul.
Gransking vísir, at besta rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini, tískil er heimasíðan nú víðkað, so at foreldrini eisini kunnu vegleiðast og heintað góð ráð um ungdóm og rús, m.a. hvat gransking vísir og hvussu ein t.d. hevur samtalu við barn sítt um rúsdrekka og -evni.
Hoyr prátið við Góðan Morgun Føroyar
Vitja heimasíðuna á livlivid.fo/foreldur.