“Fløskubørn” – minnir frá einum reyðvínsblettaðum uppvøkstri

Tann 23. august kemur rithøvundurin Katrine Quorning til Føroyar at hava almennan fyrilestur um avleiðingarnar, ið kunnu vera fyri børn, sum vaksa upp við einari rúsbundnari mammu og/ella pápa.

Við útgangsstøði í egnum uppvøkstri sum dóttir til eina rúsbundna mammu, fer Katrine at fortelja um t.d. tað at goyma og skamma seg, um at telja fløskur í kjallaranum og at taka sær av systkjunum hjá sær, men eisini um tað, at fáa hjálp og at bróta eitt tabu.

Fyrilesturin verður ikki bert ein munnlig framløgu men eisini ein visuel uppliving, har tekningar hjá Katrine fara at lýsa tvístøður, tankar og kenslur, sum børn hjá rúsbundnum foreldrum stundum kunnu uppliva.

Tað er Títt Rúm, sum hevur bjóðað Katrine Quorning til Føroyar. Fyrilesturin verður í Smæruni týskvøldið, 23. august, kl. 19.00 – og tað er ókeypis atgongd!

Um rithøvundan: Katrine Quorning hevur m.a. útgivið grafisku skaldsøguna “Flaskebarn – minder fra en rødvinsplettet opvækst”. Út yvir at skriva og gera illustratiónir til bøkur hevur hon eisini arbeitt sum miðnámsskúlalærari. Katrine hevur nógvar royndir við at halda fyrilestrar, og í 2019 móttók hon heiðursprís frá danska Muskelsvindfonden fyri hennara arbeiði við at kunna um og viðgera tabu-merkt evni gjøgnum tekningar og tekst.

Katrine er somuleiðis eisini virkin á Instagram, har hon leggur tekningar út. Sí myndirnar á https://www.instagram.com/flaskeboern/.