Fleiri og fleiri enda á skaðastovu vegna alkohol

Í árunum 2005-2012 hækkaði talið av monnum við 30 % og hjá kvinnum við heili 44% av teimum, sum endaðu á skaðastovu við skaðum komnir av alkoholi. Størsti vøksturin er hjá gentum ímillum 15-19 ár, sum hækkaði við meiri enn 60% hesi árini. Hetta vísir ein avstralsk kanning, sum varð almannakunngjørd í juni í ár.

 

Alkohol relateraðir skaðar í ungum kvinnum2

 

Tanya Chikritzhs, professari og leiðarin av kanningini National research Institute á Curtin University, vísir á, at broyting tykist serliga at vera í drekkimynstrinum hjá ungum kvinnum: “Einaferð var tað illa lýtt hjá ungum kvinnum at drekka ov nógv av rúsdrekka alment, men nú gera genturnar sítt besta at hanga í við dreingjunum.”

Kanningarnar vísa, at genturnar bæði byrja fyrr og drekka meir enn áður.

Eisini vísa kanningarnar, at tað eru fleiri, sum enda á skaðastovu vegna drekkingina hjá øðrum.

 

Grein um kanningina: The Sydney Morning Herald, National

Kanningin: National Alcohol Indicators Project