Fleiri enn 150 hoyrdu Frid A. Hansen
Týsdagin hoyrdu fleiri enn 150 luttakarar Frid A. Hansen tosa á evnisdegi, sum Blái Krossur Føroya skipaði fyri. Dagurin, ið hevði heitið ‘Tosa við meg, ikki um meg!’, eydnaðist sera væl.
Norski sálafrøðingurin tosaði útfrá orðingini: ‘Børn og ung, sum liva við rúsmisnýtslu hjá foreldrum; hvussu fáa vit eyga á tey og hjálpt teimum.’
Dagurin byrjaði klokkan 08.30 við morgunmati. Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari, bjóðaði síðani vælkomin, áðrenn Siri Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, helt eina stutta røðu.
Síðan hevði Frid A. Hansen orðið báðu megin matarsteðgin. Hon millum annað tosaði um, hvat gransking sigur um børn, sum liva við rúsmisnýtslu hjá foreldrum, hvørji tekin hesi børn vísa, hvussu vit taka hond um hesi børn og um forðanir í samband við rústengdar trupulleikar.
Dagurin endaði klokkan 16.00.