Fangakórið takkar heimsins vakrasta landi

“Takk Føroyar!”

Soleiðis ljóðar heilsanin frá Fangakórinum:

“1000 takk fyri tykkara stóra áhuga fyri Fangakórinum, tá ið vit høvdu fimm konsertir í heimsins vakrasta landi. Vit hava havt eina fantastiska ferð, og vit vilja takka fyri, at tit tóku so væl ímóti okkum øllum. Takk til áhoyrarar, kirkjurnar, fyrireikararnar og takk til biskupin fyri døgurðan, takk fyri Blái Krossur, at vit kundu búgva har, takk til arretshúsið, starvsfólkið og okkara fyrireikara, Sverra Steinhólm. Stór virðing frá okkum øllum. Tit og tykkara land er komið beint inn í okkara hjarta.”

 

Les um fangakórið, konsertirnar og túrin í Føroyum í nýggja blákrossblaðnum her.